Mánakvøldið 12-09-2016 kl: 19:00 verður Vetrarkappingin hjá HK 2016 skotin í gongd. 15 spælarar hava meldað til, so vit hava valt at spæla í tveimum bólkum. 1 spælari er fyribils sjúkrameldaður, men kann hjálpa til á annan hátt. Plaseringarnar eru gjørdar eftir miðaltalinum frá somu kapping seinasta ár, og nýggir spælarar koma í Bólk B.
Dúkarnir eru skiftir á báðum borðunum, so nú eru borðini eisini “kappingarklár”. Heitt verður á allar spælarar um at dustsúgva borðini hvønn dag áðrenn farið verður at spæla.
Allir spæla móti hvørjum øðrum, 20 inngangir í hvørjum dysti. Hvør spælari spælir 6 dystir. Tølini verða dagførd regluliga, so hvørt sum kappingin fer fram. Miðað verður móti at kappingin er liðug um hálvan okt.
Tá kappingin er liðug, verður lítið veitsluhald í felagshølunum fyri luttakararnar. Nær hetta verður, verður lýst seinni.
Áðrenn borðhaldið verður ein stutt stuttleikakapping - borðreitt verður við turrum fiski, turra grind, turrum spiki og eplum!
14-10-2016:
Allir dystir eru leiktir, og støðan varð hendan, sí úrslitini niðanfyri:
A Bólkurin: |
B Bólkurin: |
- Niels Nielsen
- Jan Müller
- Jógvan Jørgensen
- Jákup Nolsøe
- Fríðbjartur Reinert
- Hans J. Kollsker
- Gunnleif Danielsen
|
- Høgni Højgaard
- Vagn Andersen
- Óskar Eiriksson
- Andor Ellefsen
- H.C.Hedegaard
- Gunnar Hjelm
|
|
|
Veitslan verður
?
|