10-12-2019
Allir limir, sum ikki eru endurskrásettir aftaná 1. januar 2019, ella sum hava skift teldupostadressu, verða bidnir um at skráseta seg av nýggjum her niðanfyri
01-01-2019
"Prát" fekk ikki góða undirtøku, tí verður tað ikki tøkt longur
01-02-2017
Nýggj tænasta er nú á heimasíðuni. Undir "Um Klubban" sæst nú "Prát", sum er eitt stað, har klubbalimir kunnu "tjatta" sínámillum. Staðið er vart við okkara loyniorði fyri at tryggja, at tað bert eru limir, ið práta saman.
Vónandi fær hendan tænastan góða undirtøku.
04-07-2014
"Torgið", ið sæst á valbjálkanum undir Ymiskt á forsíðuni, gevur klubbalimum og øðrum møguleika at seta lutir til sølu.
01-05-2013
Nýggj Tænasta: Hóp SMS
Klubbin fer í næstum at bera stytri boð, td. áminningar um tiltøk, við at senda eini SMS-boð beinleiðis til fartelefonina hjá limunum.
Limir kunnu melda seg til hesa tænastu við at senda NAVN og FARTELEFONNUMMAR til info@klubbin.fo
29-11-2012:
Frálíkt tilboð til allar limirnar frá
Havnar Klubbi hevur gjørt avtalu við "Vælvera Fitness" fyri limir sínar
(við at vísa limakortið):
UM MELDAÐ VERÐUR TIL Í DESEMBUR!:
Kr. 229,- um mánaðin (annars 349,-),
onki skrásetingargjald (199,-)
ókeypis venjingartaska til HK limir.
Makin hevur sama tilboð tó uttan tasku.
Verður meldað seinni verður mánaðarliga gjaldið 229,- men tá skal skrásetingargjald á kr. 199,- latast og ongin taska latin.
Email adressurnar 28-02-2012
Góðu limir,
Vit hava áður sent eina áheitan til allar limirrnar um at senda okkum upplýsingar, so tað gerst møguligt at:
senda mánaðarbrøvini – við email
senda rokning fyri haldaragjaldið– við email
Tíverri hava alt ov fáir limir sent okkum hesar upplýsingar.
Tað er sera umráðandi, at vit hava, ikki bert tína emailadressu, men allar aðrar viðkomandi upplýsingar, so vit eru vísir í, at rokningin ikki fer til skeivan lim.
Tað, at vit hava møguleikan at senda alt hetta við email ger, at Havnar Klubbi kann spara heilt stórar upphæddir fyri porto, og hendan sparingin ger tað tá møguligt at betra Klubbalívið uttan at møguliga noyðast seta limagjaldið upp.
Nógvir eru longu skrásettur á emaillista Klubbans, men teir flestu hava bert sent okkum emailadressuna uttan navn ella bústað, so gott hevði verið, um vit kundu fingið fleiri upplýsingar. Hetta fyri, at ongin misskiljing kann vera, tá vit senda brøvini út. Sera nógvir limir hava sent okkum teldupostupplýsingar sum líkjast hesum:
lj@post.olivant.fo, herik@kof.fo, anna@hit.dk
men ongar aðrar upplýsingar, og tá er ikki altíð lætt at vita, hvør av limunum hevur eina konu, ið eitur Anna, ella um limurin eitur Hans Erik ella Heri Karlsen, so tí biðja vit teg sum lim um at senda okkum til hendan teldubústaðin: klubbin@kallnet.fo hesar upplýsingar :
Fulla navn
Teldupostadressu
Gøtunavn og nr.
Postnr. og bý/bygd
limanr.
Tit mugu fegin eisini senda okkum hesar upplýsingar, men bert um tit sjálvir vilja:
Føðidato
Fasttelefon
Fartelefon
Vælsignaðir tit, fáið hetta í lag :-)
við Klubbakvøðu,
Nevndin
Klubbin stongdur í viku 28 - Opið verður aftur sunnudagin 17. juli
Klubbin stongdur 04-02-2011
Vegna útleigan er Klubbin stongdur fríggjadagin 04-02-2011
Jólahugni 17-12-2010
Einaferð enn vitjaði Tórshavnar Manskór Klubban á jólum og gleddi limirnar við eini góðari konsert - sum teir hava gjørt áður og er hetta vónandi eitt tiltak, ið fer at halda fram :-)
sí myndatøku
27-05-2010
Ætlanin er, at mai-mánaðarbrævið verður seinasta brævið, ið limirnir fáa við Posta. Hereftir verður sent sum email. Tó kunnu teir limir, ið ikki hava møguleika ella ikki síggja seg førar fyri at móttaka teldupostar, seta seg í samband við nevndina fyri framhaldandi at fáa ta gomlu tænastuna. Samstundis verður mánaðarbrævið, ið lagt verður á heimasíðuna, hereftir vart av einum loyniorði. Hetta fyri at halda okkurt innanfyri felagsskapin óviðkomandi fyri almenningin. Loyniorðið stendur at lesa á pappírsbrævinum. Limirnir verða bidnir um at halda hetta loyniligt.
Loyniorðið verður kravt, tá klikt verður á leinkjuna til mánaðarbrævið á heimasíðuni.
14-02-2010
Heimasíða
Havnar Klubbi hevur latið gera heimasíðu www.klubbin.fo, ið framyvir skal betra um kunnleika til hugnaskapandi tiltøkum av ymsum slag, eisini kryddað við tíðindum og myndum
Emailadressur enn einaferð!
Góðu tit, sum enn ikki hava sent okkum tykkara emailadressu, gerið hetta sum skjótast, á henda hátt verður tað møguligt hjá okkum at senda tykkum mánaðarbrævið beinleiðis sum teldupost. Hetta átakið verður framt til tess at nútímansgera samskiftið millum Havnar Klubba og limirnar. Eisini sparir Klubbin eina upphædd, sum heldur kann nýtast til onnur endamál, limunum at frama.
Um onkur heldur vil hava mánaðarbrævið sent sum vanligan post, so kann hetta eisini lata seg gera, men tá má hvør einstakur limur siga okkum frá