HK-Reeves
Í 1982 hittust nakrir klubbalimir fyri at stovna húsorkestur, ið tó einans hevði til endamáls at spæla til dans til eitt serligt høvi, Rivjaveitsluna. Rivjaveitslan varð vanliga tá hildin í fyrstu vikuna í desember, og fyrstu ferð, orkestrið spældi, var leygardagin 4. desember 1982.
Tað var sjálvsagt, at orkestrið kom at eita
Hesir limirnir vóru: Brandur Øssurson, stigtakari, á saxofon, Milson Zachariasen á guitar og steelguitar, Anfinnur Debes á kontrabass og trompet, Flemming Samuelsen og Ivan Johansen á harmoniku, og Høgni Højgaard á keyboard. Ongin trummuslári var, tískil brúktu teir rútmuboksina á keyboardinum hjá Høgna.
Ikki skal sigast, at ongin av hesum dugdi at syngja, men tónleikurin teir spældu, var bert instrumentalur.
Hesin bólkurin var sera væl umtóktur av klubbafólkinum, og heitt varð á bólkin um eisini at spæla til Várveitsluna, ið vanliga varð hildin í apríl mánaða. Bólkurin spældi í heili 12 ár, til teir góvust í 1994.
Tá høvdu teir avgjørt at geva út eitt kassettuband við teim mest spældu løgunum, innspælt varð á vári 1994, og hetta bandið var til keyps hjá Hansemann og í Klubbanum á heysti sama ár.
Hesin tónleikurin er nú talgildur, og klubbanevndin hevur avgjørt at leggja hann her á heimasíðuna, so limirnir frítt kunnu heinta og gleðast við tónarnar frá HK-Reeves.