LÓG FYRI HAVNAR KLUBBA
Endamál
§1.
Endamál Klubbans er at hugna felagslimunum við samkomum, veitslum og øðrum tiltøkum.
Felagsmenn
§2.
Maður búsitandi í Føroyum, ið er fyltur 18 ár, kann gerast limur.
Limaskapur - Ballotatión
§3.
Tá ið maður biður um at verða felagslimur, skulu tveir limir, ið hava verið limir í minsta lagi tvey ár og ikki eru nevndarlimir, skrivliga mæla til tess.
Stk. 2. Balloterað verður um nýggjar felagsmenn á fundi, ið verður hildin leygarkvøld ella fríggjakvøld fyrst í mánaðinum, ikki fyri kl. 21 og ikki eftir kl. 23.
Stk. 3. Ballotatiónin verður lýst tvær vikur frammanundan í kunn-gerðatalvuni.
Stk. 4. Ballotatiónin er løglig, tá ið minst 30 limir atkvøða.
Stk. 5. Um meira enn fjórðingurin av teimum, ið atkvøða, eru ímóti tilætlaðum felagsmanni, verður hann ikki limur.
Stk. 6. Hevur maður tríggjar ferðir fingið ov fáar atkvøður fyri sær til at gerast felagsmaður, kann hann ikki oftari søkja um limaskap.
Limarættindi og limaskyldur
§4.
Nevndini er heimilað at loyva limum at hava gestir við.
Stk. 2. Verður nevndin varug við, at felagslimur ella gestir hansara vísa óhøviskan atburð, skal hon, tá ið hon til fulnar hevur fingið greiðu á tí, geva liminum eina ávaring.
Stk 3. Hevur limurin forbrotið seg grovt ósømiliga i Klubbanum, ella áður hevur fingið ávaring, kann nevndin seta hann uttan fyri felagsskapin I eitt ár ella koyra hann úr Klubbanum.
§5.
Limur kann í sama álmanakkaári bert geva einum tilætlaðum limi viðmæli.
Stk. 2. Limur, ið fer út úr felagnum, missir øll limarættindi og rætt til ognir Klubbans.
Stk. 3. Felagsmenn, sum í minsta lagi eitt ár eru búsettir uttanlands, kunnu I samráð við nevndina varðveita limaskap sín.
Stk. 4. Limur, ið er settur uttan fyri felagsskapin eina tíð, hevur skyldu at gjalda limagjald hesa tiðina.
Stk. 5. Verður limur koyrdur úr Klubbanum, kann hann ikki aftur verða limur. Limur koyrdur úr Klubbanum, kann ikki koma í Klubban sum gestur.
Stk. 6. Er limur í eftirstøður fyri meira enn 1 ár, verður hann strikaður sum limur. Hann skal tó fáa ávaring um hetta í innskrivaðum brævi við 1 mánaða freist fyri at fáa høvi til at greiða eftirstøðuna.
Limagjald
§6.
Upptøku- og felagsgjald verða ásett á aðalfundi í mars eftir tilmæli frá nevndini.
Nevndin
§7.
Fyri viðurskiftum Klubbans skipar nevndin, ið hevur 5 limir, sum verða valdir fyri tvey ár á aðalfundinum í desember, annaðhvørt ár 3 og annaðhvørt ár 2.
Stk 2. Nevndin ansar eftir, at alt í felagshúsinum er í rættum skili, og stendur aðalfundinum til svars fyri, hvussu hon stílar fyri ognum Klubbans. Nevndin skipar seg sjálv og kunnger limunum hetta, og hvussu arbeiðsuppgávurnar eru býttar.
Stk 3. Nevndini er ikki loyvt at selja, keypa ella veðseta fastogn uttan aðalfundarsamtykt samsvarandi reglunum um lógarbroytingar, smb. § 14, stk5.
§8.
Nevndin setur skrivara, vert og annað starvsfólk, sum tørvur er á og ásetur løn teirra.
Stk. 2. Skrivarin skal vera felagslimur, men kann ikki samstundis vera nevndarlimur.
§9.
Fyri tað, sum fæst í Klubbanum, skulu verða goldnir teir prísir, sum nevndin ásetur.
Stk. 2. Verturin skal hava ein lista við øllum prísunum.
§10.
Nevndin kann leiga Klubban ella partar av klubbanum til veitslur og annað, men skal frammanundan gera limunum hetta kunnugt, um so er, at broytingar í viðurskiftum felagsmanna standast av hesum.
§11.
Allar lýsingar til felagslimirnar skulu setast í kunngerðatalvu Klubbans.
§12.
Klubbin er opin eftir tí skrá, sum nevndin kunnger limunum.
Aðalfundur
§13.
Aðalfundurin hevur hægsta ræði í øllum viðurskiftum Klubbans.
Stk. 2. Atkvøðurætt á aðalfundi hava allir limir.
Stk. 3. Klubbalimur kann ikki bera seg undan vali, uttan so at hann frammanundan hevur verið minst eitt valskeið í nevndini.
Stk. 4. Á hvørjum ári skulu aðalfundir verða hildnir í síðstu viku í mars, tó ikki páskadag, og í síðstu viku í desember, tó ikki 1. ella 2. jóladag.
Stk 5. Uppskot um lógarbroytingar kunnu einans leggjast fyri aðalfundin í desember.
Stk. 6. Á aðalfundinum í mars er fasta fundarskráin henda:
- Val av fundarstjóra og -skrivara.
- Grannskoðaðir roknskapir fyri farna álmanakkaárið verða lagdir fram.
- Upptøku- og felagsgjald verða ásett.
- Innkomin mál.
- Ymiskt.
Stk. 7. Á aðalfundinum í desember er fasta fundarskráin henda:
- Val av fundarstjóra og -skrivara.
- Frágreiðing frá nevndini.
- Val av nevndarlimum.
- Val av tiltaksnevndarlimum.
- Val av grannskoðara.
- Innkomin mál.
- Ymiskt.
Stk. 8. Innkomin mál skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi 3 vikur áðrenn aðalfundin.
§14.
Nevndin stevnir til aðalfundar, so ofta hon heldur tað vera neyðugt, ella tá ið minst 10 felagslimir biðja um tað.
Stk. 2. Aðalfundurin má vera kunngjørdur limunum tvær vikur frammanundan við lýsing í kunngerðatalvuni.
Stk. 3. Uppskot um broytingar í lógini mugu verða kunngjørd á sama hátt.
Stk. 4. Umframt í Klubbanum skal verða lýst til aðalfundar í føroyskum bløðum ella í fráboðan til limirnar eina viku frammanundan.
Stk. 5. Til lógarbroyting krevst, at helvtin av teimum møttu atkvøða fyri uppskotinum. Eru færri enn helmingurin av limunum á fundi, verður innan 4 vikur lýst til eykaaðalfund - kunngjørdur á sama hátt sum aðalfundur - og er hesin viðtøkuførur, tá ið minst 30 limir eru á fundi.
Stk. 6. í atkvøðugreiðslum ræður vanligur meiriluti.
Samtykt á eykaaðalfundi tann 19. apríl 1995.
Nevndin
Kurt Hansen - Hjartvard Poulsen
Axel Lützhøft - Líggjas Joensen
Heðin Mortensen
Jákup í Gerðinum, fundarstjóri Jógvan P. Lassen, fundarskrivari
|