Í ár hava 12 leikarar teknað seg til kappingina, 2 fleiri enn seinasta ár. Tað er gleðiligt at fáa eina tilgongd av spælarum, og serliga tað at nýggir klubbalimir eisini tekna seg
Allir spæla móti hvørjum øðrum, 20 inngangir í hvørjum dysti. Hvør spælari spælir 11 dystir. Tølini verða dagførd, so hvørt sum kappingin er. Miðað verður móti at kappingin er liðug um 3 vikur.
Tá kappingin er liðug, verður lítið veitsluhald í felagshølunum fyri luttakararnar. Nær hetta verður, sæst niðanfyri.
Áðrenn borðhaldið verður ein stutt stuttleikakapping - borðreitt verður við turrum fiski, turra grind, turrum spiki og eplum!
Veitslan verður
fríggjakvøldið 6. november kl. 19.00!
Veitslan byrjaði kl. 19.00 við stuttligu Minutt-kappingini, og hesir knassar gjørdust vinnarar: