Innanhýsis 2019 – Vetrarkappingin

Mánakvøldið 09-09-2019 kl: 19:00 verður Vetrarkappingin hjá HK 2019 skotin í gongd. 14 spælarar hava meldað til, so vit hava valt at spæla í tveimum bólkum.

Borðini skulu dustsúgvast hvønn dag áðrenn farið verður at spæla.

Allir spæla móti hvørjum øðrum, 20 inngangir í hvørjum dysti. Hvør spælari spælir 6 dystir. Tølini verða dagførd regluliga, so hvørt sum kappingin fer fram. Miðað verður móti at kappingin er liðug um hálvan okt.

Tá kappingin er liðug, verður lítið veitsluhald í felagshølunum fyri luttakararnar. Nær hetta verður, verður lýst seinni.
Áðrenn borðhaldið verður ein stutt stuttleikakapping – borðreitt verður við turrum fiski, turra grind, turrum spiki og eplum!