Leygarkvøldið 18. januar 2025 vóru lógarbroytingar í sambandi við nevndarsamsýningar, sum varð lagt fram á regluligum aðalfundi 27.12.2024 til viðgerðar. Lógarbroytingin varð samtykt við 40 atkvøðum fyri, 18 ímóti, men krevur eykaaðalfundar samtykt til tess at koma í gildi.
Fundurin er innkallaður lógliga við 4 viku freist.
Fyri nevndina vóru møttir Heimir Ottóson, Oscar Eirikson, John Müller, Nemus Nap. Djurhuus og Petur Øster.
Jógvan Juel Rasmussen varð valdur orðstýrari. Hann gav John Müller orðið at leggja fram lógarbroytingarnar.
Síðan var skrivlig atkvøðugreiðsla. At telja upp vóru valdir Menning Geyti og Petur Øster.
Møttir vóru 52 limir. Atkvøðugreiðslan vísti 49 fyri uppskotinum og 3 ímóti. Uppskotið er sostatt samtykt.
Nýggja lógin er nú løgd á heimasíðuna undir “Um Klubban”.
